Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norrøna heilsaði á Norðhavnini

Jákup Ósá

Á vegnum til Íslands fór Norrøna inn á Norðhavnina at heilsa uppá risastóra Cruise skipið.

Á vegnum til Íslands fór Norrøna inn á Norðhavnina at heilsa uppá risastóra Cruise skipið.

Norrøna fór fyrr í dag til Íslands. Á vegnum norður eftir fór hon inn á Norðhavnina, har Queen Victora lá. Har heilsaðu ferðafólkaskipini hvørjum øðrum, ið myndirnar vísa. Tað vísti seg ikki at vera nakar trupulleiki hjá Norrønu at venda inni móti Norðhavnini og fitt av fólki stóð á vegnum og eygleiddi tey bæði stóru skipini, har Norrøna tó formáddi sær lítið á stødd.

Løtu seinni fór Norrøna norður gjøgnum kallsoyarfjør á veg til Seydisfjørð, har hon væntandi verður kl. 09.30 í morgin lokala tíð.