Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norrøna í dokk í novembur

Oliver Joensen

Smyril Line hevur avgjørt, at Norrøna fer í dokk í Hamburg frá 28. oktobur og fram til 7. novembur. Norrøna er aftur í sigling frá Bergen fríggjadagin tann 9. novembur.

Norrøna kom til Føroya í 2003 og hevur havt eitt vaksandi tal av ferðafólkum síðan hon kom. Skipið hevur brúk fyri ávísum ábøtum, ábøtur sum vil gera skipið enn betur egna til ferðafólkaflutning komandi árini.

Ímeðan Norrøna er liggur í turrdokk í Hamburg verða m.a. stabilisatorarnir umvaldir, tax-free handilin útbýgdur og køkurin nútímansgjørdur.

Vit biða viðskifta fólk okkara halda okkum tilgóðar.