Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norrøna í Hetlandi

Oliver Joensen

Vit hava fingið hesa myndina sendandi úr Lerwick har Norrøna nú liggur. Seinnapartin sendið Smyril Line út tíðindaskriv ið segði nakað soleiðis:

Klassin Den Norske Veritas kemur umborð fyri at hyggja nærri at møguligum skaðum.

Fyri at koma aftur til óhappið, so var talan ongantíð um vanda fyri skip, ferðafólk og manning. Skipið kom í óslættan sjógv við upp til 12 metur høgum aldum. Úrslitið var sostatt, at skaði kom á stabilisatorin, ein treylari koppaði og nakrir bilar fingu smávegis skaðar. Harumframt er eitt lítið hol komið í stabilisatorhúsan, sum kann byrgjast inni við vatntættum stálhurðum. Haðani verður vatnið pumpa út so hvørt.

Í Lerwick fara føroyskir kavarar saman við lokalum kavarum at umvæla skaðan og vit vænta, at Norrøna verður í Føroyum seint týskvøldið.

Smyril Line harmast sjálvandi um støðuna, sum viðskiftafólk felagsins eru komin í.

Harleywoodpaint