Í gjárkvøldið gjørdi Norrøna eina roynd at fara út úr havnini í Hanstholm, men hetta miseydnaðist.
Veðrið hevur verið stak vánaligt har á leiðini, og eftir royndina at fara út úr havnini í Hanstholm, var Norrøna toga aftur upp á pláss og hevur ligið har síðani. Nú er ásett, at Norrøna skal gera eina roynd í kvøld kl. 20.00 at fara leiðina aftur til Føroya.




