Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norrøna siglur av Ánunum og ikki av Havnini hósdagin 8. mars.

John William Joensen

Smyril Line hevur avgjørt at Norrøna siglur av Ánunum hósdagin tann 8. mars kl. 18.00.

Tíðindaskriv frá Smyril Line:

Norrøna hevur umframt bilar og frakt, 500 fólk sum skulu til Noregs ella Danmarkar. Harímillum gott 100 fólk sum skulu til Bergen á Dolly Parton koncert í Bergen fríggjakvøldið 9. mars. 
Tey sum ikki hava bil, fáa boðið ókeypis flutning við bussi úr Havnini. Tey skulu møta á farstøðini hósdagin kl. 15.45. 
Ánirnar hevur verið ein góð alternativ atløguhavn hjá Norrønu síðan Klaksvíkin fekk umstøður til at taka ímóti stóra ferðamannaskipinum.