Í gjár, sunnudagin tann 11. november, kom Norrøna í illveður ímillum Norra og Hetland.
Úrslitið var, at Norrøna fekk blackout og maskinan steðgaði. Backupskipanin byrjaði at arbeiða og ljós og maskina kom í gongd aftur.
Ímeðan blackout var, rullaði skipið illa og umframt at stabilisatorurin fekk skaða, fingu eisini treylarar og bilar skaða.
Veðrið á leiðini er batnandi og í skrivandi løtu er Norrøna ávegis til Hetlands og síðan væntandi til Føroyar.
Tamarhald er á støðuni og ferðafólk og manning hava tað gott. 244 ferðafólk og 81 manning eru við Norrønu hendan túrin úr Bergen.
Meira verður at frætta so skjótt sum nýtt fyriliggur.
Vinarliga




