Avrikini hjá Víkingi hava vakt ans í Noregi.
Yvirskriftirnar eru ikki til at taka feil av í norsku miðlunum eftir úrslitið móti Rosenborg í kvøld.
”RBK målløse mot minuputt fra Færøyene” er yvirskriftin á VG. Og so stendur millum annað í greinini: ”4572 hutrende tilskuere gikk skuffet hjem da RBK skapte lite og måtte nøje seg med 0-0 mot amatørene fra Færøyene.
Aftenposten brúkar eisini negativan tóna. Yvirskriftin er ”Tynn suppe da Rosenborg tok seg videre i Europa League”. Í greinini stendur m.a. ”Før kveldens kamp var det ”ingen” som øynet Vikingur en mulighet mot hjemmelaget.”
Jú eingin ivi um at avrikini hjá Víkingi móti Rosenborg hava vakt ans.




