Norðborg er undir illgruna fyri at tveita sild út, skrivar norski navnabróður okkara á alnótini
Kelda: www.nordlys.no
Sambart norska blaðnum bleiv Norðborg tikin av norsku sjóverjuni í gjár og liggur í løtuni í Tromsø.
Norðborg er undir illgruna fyri at hava brotið norska fiskilóggávu í samband við at skipið hevur tveitt sild fyri borð, verður sagt frá norsku sjóverjuni.
Norðborg skuldi sambart blaðnum koma til Tromsø hósmorgunin kl. 10. og málið verður kannað víðari av norsku løgregluni.




