KÍ hevur enn ikki fingið miðvøllin uppá pláss til 2020.
Simen Sandmæl og Semir Hadzibulic halda ikki fram í KÍ, men enn er eingin komin inn í teirra stað. Norski miðilin ITromsø skrivar, at KÍ hevur bjóðað 26 ára gamla norska Andreas Løvland, sum spældi farna kappingarár á miðvøllinum hjá Tromsdalen í næstbestu norsku deildini, ein sáttmála, men leikarin hevur takkað nei.
– Lønin sum hann fekk bjóðað frá KÍ hevði gjørt tað møguligt hjá Løvland at liva av fótbóltinum, men hann vrakaði tilboðið, skrivar ITromsø.


