Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nósi heldur føðingardag í KÍ-høllini

John William Joensen

Í samband við Nósa-føðingardagin verður stórt tiltak í KÍ-høllini leygardagin við luttøku av Angelu, Erlingi politisti, gyklarum o. ø.

Tað verður nógv gjørt burturúr føðingardegnum hjá Nósa í ár. Ætlanin er at børn og foreldur skulu fáa eitt gott og hugnaligt upplivilsi, sum tey fara at minnast afturá við gleði. Í ár verður føðingardagurin hildin í KÍ-høllini nú leygardagin frá kl. 15 – 17.

Nógv undirhald á skránni
skipað verður fyri nógvum og spennandi undirhaldi. M.a. skipar Angela fyri dansi og spølum, vælumtøktu gyklararnir Glott og Gleimi undirhalda, og sum skilst, so hava teir okkurt sera spennandi á skránni hesaferð. Hoppiborgir verða, har m.a. Erling politistur skal hjálpa til at halda skil á. eisini verður skipað fyri teknikapping. Føðingardagsbarnið verður sjálvandi eisini til staðar, og sum skilst, so fær Nósi forvitnisliga vitjan.
Okkurt verður til børnini at leska sær við, og kaffi og køkur verða til tey vaksnu.

Tøm Nósa í Føroya Banka og fá atgongumerki
Fyri at fáa atgongumerki til tiltakið leygardagin krevst, at ein hevur verið í Føroya Banka og tømt Nósa, og kann tað gerast hvønn dag í hesi vikuni, meðan bankin hevur opið.