Ímorgun kl. 10, var føðingardagur hildin uttanfyri føroyabankadeildina á Fornagørðum í Klaksvík.
Nógv børn vóru samankomin at ynskja Nósa tillukku á føðingardegnum. Nósi sjálvur hugnaði sær óført saman við børnunum, sum fingu sunkist og ymiskt annað gott og eisini var ábit til tey eldru. Umframt børn við foreldrum, vórðu barnagarðarnir í Klaksvík eisini møttir upp.
Veðrið var av tí allarbesta og sólin skein, so tað bleiv ein rættulig hugnaløta á Fornagørðum, ja, mannamúgvan var so mikið stór, at lítið pláss var til bilarnar, sum royndu at krúpa ímillum øll børnini . Men væl gekst og Nósi er nú vorðin eitt ár eldri, men hvussu gamal Nósi er, fingu vit ikki at vita.




