Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nótabátarnir hava fingið heilt stóra sild í føroyskum sjógvi

Oliver Joensen

 Tað hevur ljóðað, at nótabátarnir hava fingið óvanliga stóra sild, nú kvotan fyri árið er um at vera liðug.

Eyðun Rasmussen, stjóri á Hvalnes váttar, at skipini hava fingið heilt stóra sild, upp í eini 400 til 450 gr, ella tað sum fyrr var nevnt 2 sild, tá man nevndi sildina eftir hvussu nógvar gingu til eitt kilo.

Sildakvotan er um at vera liðug. Christian í Grótinum liggur í Ánunum ídag, hann hevur nakað av svartkjaftakvotuni eftir, og tað sama er galdandi fyri Norðborg, ið er til fiskiskap og hevur nakað av sildakvotuni eftir eisini.

Tað er ikki greitt júst nú hvat vit fara at gera, men mest sanlíkt er, at skipini fara at brúka tíðina nú til viðlíkahald. Hóast vit eiga eitt sindu av svartkjafti eftir, so hevur ikki sæð nakað serligt út fyri svartkjaftinum beint nú, sigur Eyðun Rasmussen, Næraberg gjørdi eina roynd at leita áðrenn teir komu inn, men sum skilst var ikki nógv at fara eftir, so vit fáa at síggja hvussu leikur fer.