Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Notio keypir FJM í Runavík

Oliver Joensen

Á tíðindafundi í Runavík í dag, er kunngjørt, at FJM nú leggur saman við P/F Tórshavnar Skipasmiðju. Tíðindaskrivið er soljóðandi:


Tíðindaskriv frá Pf. F.J.M.
og Pf. Tórshavnar Skipasmiðju
 
Samanlegging
Tann 1. januar 2005 leggja Pf. F.J.M. í Runavík og Pf. Tórshavnar
Skipasmiðja saman. F.J.M., ið sum kunnugt eina mest veitir fiskivinnuni
loysnir úr rustfríum stáli, hevur starvað saman við Tórshavnar Skipasmiðju
eini 15 ár, so samanleggingin staðfestir í roynd og veru bert formliga, at
gamal kærleiki ikki rustar.
Fyri kappingina við útheimin hevur samanleggingin stóran týdning. Dygdirnar
hjá fyritøkunum og teimum tilsamans 250 starvsfólkunum renna nú saman, og
førleikin at veita fiskivinnuni og flotanum annars heildarloysnir fyri
kappingarføran prís verður mentur.
Pf. F.J.M. varð stovnað í 1986. Øll árini hevur virkið lagt seg eftir at
hugsað nýtt og ment nýggjar vørur. F.J.M. verður í dag hildið at vera
fremsta føroyska virkið, tá ið tað snýr seg um at veita fiskivinnuni á
sjógvi og landi framleiðslutól og lutir úr rustfríum stáli.
Frithleif Olsen er stjóri og ein av eigarunum í F.J.M. Hann hevur verið
nøgdur við drúgva samstarvið við Tórshavnar Skipasmiðju, og eins og leiðsla
og eigarar annars í F.J.M. hevur hann ynskt at fingið formfest hetta
samstarv.
– Við formligu samanleggingini gerast vit betur før fyri at kappast.
Samanleggingin ger samstarvið lættari, og vit fáa tískil gagnnýtt góða
tilfeingið av starvsfólki og útbúnaði hjá báðum fyritøkunum enn betur. Fyri
okkum á Skálafjørðinum er tað eisini gott, at skipasmiðjan á Skála og
F.J.M., ið liggja so nær hvør øðrum, eru saman um skipini, ið koma á
Skálafjørðin, sigur Frithleif Olsen, ið ikki vil upplýsa, hvussu avtalan
millum F.J.M. og Tórshavnar Skipasmiðju er skrúvað saman fíggjarliga.
Eisini Gunnar Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju, fegnast um
samanleggingina. Ikki minst tí Skipasmiðjan og F.J.M. í felag fara at standa
sterkari mótvegis útheiminum.
– Fyri okkum er tað týdningarmikið at varðveita førleika og arbeiðspláss í
landinum, og hetta gerst best við at bøta um møguleikan at veita
heildarloysnir. F.J.M. er kent sum eitt dygdartilvitað virki, og teirra
útboð av rustfríum stálloysnum til fiskivinnuna hóskar væl saman við
tænastunum, vit veita flotanum í dag. Vit fegnast serliga um, at
samanleggingin styrkir okkum í hørðu kappingini við virki og arbeiðspláss
uttanlands, sigur Gunnar Mohr.
Umframt at Frithleif Olsen verður leiðari í smiðjuni í Runavík, tekur hann
við sum leiðari á Skála Skipasmiðju. Samanleggingin hevur eisini við sær, at
starvsfólkini hjá Runavíkar Mekaniska Verkstaði, ið hoyrir til Tórshavnar
Skipasmiðju, flyta út í hølini hjá F.J.M. við Fjøruveg, har ið umstøðurnar
eru tær bestu bæði fyri starvsfólk og viðskiftafólk. Sostatt fer F.J.M. at
kunna nøkta allan vanligan smiðjutørv í eini og somu smiðju.
Í bygninginum hjá F.J.M. í Runavík fara nú at starvast sløk 40 fólk. Øll
starvsfólkini hjá F.J.M. halda fram í fyritøkuni, og starvsfólkini á Skála
Skipasmiðju verða eisini tey somu umleið 75 í tali.

Í juni í 2004 keypti føroyska framtaksfelagið NOTIO allar ognir frá
Samtakinum Tórshavnar Skipasmiðju, ið snúgva seg um skipasmíð, umvælingar,
keyp, sølu og umboðsmannavirksemi. Føroyingar eiga sløk 75 prosent av NOTIO.
Eftir at føroyska framtaksfelagið keypti Tórshavnar Skipasmiðju, varð Gunnar
Mohr sitandi sum stjóri, og frá 1. desembur verður Magnus Magnussen stjóri
aftur at Gunnari.