Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Noy til ein stjóra í sjúkrahúsverkinum

John William Joensen

Sjúkrahúsini hava tørv á politiskum avgerðum og ikki fleiri stjórar, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Sjúkrahúsini hava tørv á politiskum avgerðum og ikki fleiri stjórar, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

– Eg eri samd við teimum sum siga, at vit skulu av við dupultfunktiónir í føroyska Sjúkrahúsverkinum.

– Okkum tørvar grundaðar politiskar avgerðir, hvørjar viðgerðir skulu verða á hvørjum sjúkrahúsið.

– Prátið um at seta ein stjóra afturat loysir ikki trupuleikan, men einans parkerar hann.

– Sjúkrahús nýskipanin kemur til aðalorðaskiftis í løgtinginum og eftir tað eiga vit at taka politisku avgerðirnar. Tað vil Fólkaflokkurin.

-Stjórar hava vit nokk av, sigur forkvinnan í rættarnevndini og limur í løgtingsins trivnaðarnevnd, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.