NSÍ eigur bestu U21 leikararnar , um vit hyggja eftir málum og uppleggum.
Hyggja vit eftir leikarunum í Effodeildini, sum hava aldur til U21 landsliðið, so eru fimm leikarar, sum hava skorað(lagt upp til minst 8 mál. Petur Knudsen og Búi Egilsson hava skorað/lagt upp til flest mál, men taka við spælitíðina, so eru NSÍ leikararnir Petur Knudsen og Jann Benjaminsen mest sannførandi. Tað ganga undir 80 minuttir ímillum, at teir skora ella leggja upp til mál. Ársins ungi leikari í 2015 og 2016, Jóannes Bjartalíð, hevur ikki havt eitt eins sannførandi ár sum tey bæði undanfarnu. Hann er nummar 5 bæði í tali og í mun til minuttir.
Topp 5 fyri U21 leikarar í málum/uppleggum
1. Petur Knudsen (NSÍ) 10 mál/upplegg (5 mál og 5 upplegg) í 764 minuttum
2. Búi Egilsson (TB/FCS/Royn) 10 mál/upplegg (7 mál og 3 upplegg) í 1493 minuttum
3. Jann Benjaminsen (NSÍ) 8 mál/upplegg (5 mál og 3 upplegg) í 617 minuttum
4. Benjamin Heinesen (B36) 8 mál/upplegg (5 mál og 3 upplegg) í 1344 minuttum
5. Jóannes Bjartalíð (KÍ) 8 mál/upplegg (4 mál og 4 upplegg) í 1506 minuttum
Topp 5 í mun til spælitíð av teimum, ið hava skorað/lagt upp til minst 8 mál/upplegg:
1. Petur Knudsen (NSÍ) 76,4 minuttir pr. mál/upplegg
2. Jann Benjaminsen (NSÍ) 77,1 minuttir pr. mál/upplegg
3. Búi Egilsson (TB/FCS/Royn) 149 minuttir pr. mál/upplegg
4. Benjamin Heinesen (B36) 168 minuttir pr. mál/upplegg
5. Jóannes Bjartalíð (KÍ) 188 minuttir pr. mál/upplegg




