Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

NSÍ fingið nýggjan hjálparvenjara

Jákup Ósá

Kendur persónur er komin ístaðin fyri Harry Knudsen

Kendur persónur er komin ístaðin fyri Harry Knudsen, ið ikki longur hevur tíð til at vera hjálparvenjari.

Í Vespureiðrinum á R7 seinnapartin avdúkaði formaðurin í NSÍ, Sonni L. Petersen, at NSÍ hevur fingið nýggjan hjálparvenjara hjá Anders Gerber. Harry Knudsen hevur takkað fyri seg, tí hann ikki hevur neyðugu tíðina til starvið. Og nýggjur hjálparvenjari er løgtingsmaðurin Djóni N. Joensen. Djóni hevur seinastu árini verið ungdómsvenjari í høvuðsstaðnum og í síni tíð var hann millum profilarnar í NSÍ, har hann eisini er uppvaksin.
Sunnudagin spælir NSÍ á Norðoyastevnu týðandi landskappingardyst móti KÍ í Klaksvík.