Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

NSÍ formaðurin: Vit seta ikki ein og hvønn venjara

Jákup Ósá

NSÍ formaðurin Sonni L. Petersen greiður frá tilgongdini hjá NSÍ at finna nýggjan venjara, sum skal megna nakað serligt.

NSÍ formaðurin Sonni L. Petersen greiður frá tilgongdini hjá NSÍ at finna nýggjan venjara, sum skal megna nakað serligt.

NSÍ er eitt av fáu liðunum í Effodeildini, ið ikki hevur sett venjara til 2016. Liðið, sum endaði nummar 2 í bæði steypa- og landskapping í ár, leitar eftir rætta venjaranum.

– Tað kann ganga ein vika, og tað kunnu ganga tríggjar vikur. Vit leita framvegis eftir rætta persóninum og í løtuni eru vit ikki í samráðingum við nakran. Vit eru framvegis í einari tilgongd, har vit vilja hava tann venjaran, ið passar til okkara konsept. Tað er eitt konsept, har vit byggja á okkara núverandi hóp og har vit heldur vilja menna okkara egnu heldur enn at fara út at keypa profilar. Vit vilja nú taka tað seinasta stigi móti at vinna FM, men tað verður ikki eitt krav til ein nýggjan venjara at vinna FM. Men vit skulu arbeiða fram ímóti tí. Tað kann blíva í 2016, men tað kann eisini blíva í 2017 ella 2018, sigur Sonni L. Petersen við Norðlýsið.

Hann sigur, at broytingarnar í NSÍ hópinum higartil hava verið, at felagið hevur fingið Símun Rógva Hansen, meðan Andras Gango og Jonhard Frederiksberg eru farnir til Skála. Sonni sigur, at tað liggur ikki í kortunum at gera aðrar broytingar í hópinum fram til komandi kappingarár. Og tað eru m.a. hesi krøv, sum ein nýggjur venjari skal kunna arbeiða undir.