Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

NSÍ ger einki fyribils

Jákup Ósá

Christian Høgni Jacobsen venur við Effoliðinum í Runavík og bíðað verður eftir, hvussu verður við Jónhard Frederiksberg.

Christian Høgni Jacobsen venur við Effoliðinum í Runavík og bíðað verður eftir, hvussu verður við Jónhard Frederiksberg.

NSÍ hevur síðani í fjør mist tríggjar leikarar. Pól Jóhannus Justinussen, Karl Løkin og Andras Brixen eru farnir í onnur feløg. Til felagið er komin málverjin Andras Gango, ið fyrr hevur spælt í felagnum. Samstundis hevur felagið sett nýggjan venjara í Trygva Mortensen. 

Fyribils ongar broytingar

Eyðstein Skipanes er ítróttarstjóri í NSÍ. Hann sigur, at fyribils vera ongar broytingar hjá NSÍ.

– Fyribils gera vit ongar broytingar afturat. Men síggja vit eftir nakrar venjingardystir, at brúk er fyri styrki á plássunum, har vit hava mist leikarar, so kann væl vera, at vit fara at styrkja okkum. Jonhard Frederiksberg hevur enn ikki tikið støðu, um hann spælir í ár, men tað vita vit í februar. Og spælir hann í 2014, so hava vit eina vón um, at tað verður hjá okkum. Annars hava vit eitt 1.deildarlið eisini í ár, og tað fer at krevja ein størri hóp av leikarum. Nógvir ungir leikarar eru í hópinum og evnini hava teir heilt vist. Spurningurin er bara, um royndirnar koma at mangla, sigur Eyðstein Skipanes við nordlysid.fo.

Topp 4

Hann sigur víðari, at fyrrverandi landsliðsleikarin Christian Høgni Jacobsen hesar seinastu dagarnar hevur vant við besta hópinum, men slær fæst, at fyrrverandi landsliðsleikarin ikki verður partur av NSÍ, tí hann skal aftur til Danmarkar, har hann er venjari. Annars hevur málverjin Kristian Joensen gjørt felagnum greitt, at hann ynskir at royna eydnuna uttanlands og hetta virðir felagið og vónar, at tað fer at eydnast honum at fáa sáttmála. Eyðstein leggur afturat, at felagið framvegis raðfestir fíggjarligt skynsemi og lokalan hóp høgt.

– Seinastu árini hevur NSÍ arbeitt við at fáa fíggjarliga partin í eina trygga legu og hetta hevur eydnast væl. Fíggjarliga sær tað gott út hjá felagnum nú, men vit fara ikki út í aftur tíðina at keypa vilt inn. Vit satsa fyrst og fremst uppá lokalar kreftir. Og við hesum miðja vit eftir, at spæla við, har tað er stuttligt at vera. Tað er í ovaru hálvu og tað verður eisini málið í 2014, sigur ítróttarstjórin at enda.

Harleywoodpaint