Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

NSÍ-HB í finaluni

Jákup Ósá

Sí alt um VFF Kup her.

NSÍ vann tryggan 3-0 sigur á ÍF í fyrru hálvfinaluni.

Í løtuni spæla HB og Víkingur í hinari hálvfinaluni og har er 0-0 í einum dysti, har HB hevur greiða yvirvág. KÍ og B36 spældu dyst eftir bólkaspælið og endaði tann dysturin 1-1. lukasz Cielsewicz og Niels Pauli Danielsen skoraðu málini.
Hjá NSÍ skoraði Klæmint A. Olsen øll trý málini, har tað eina málið var framúrskarandi, tá hann saksaði bóltin í málið. 
Dysturin millum HB og Víking endaði 0-0 hóast HB hevði hópin av risa stórum møguleikum. Nú verður brotssparkskapping um, hvør skal møta NSÍ í finaluni. 
HB vann 4-3 í brotssparkskappingini. Heðin Hansen og Filip Djordjevic misnýttu hjá Víkingi. Sostatt verður finalan millum HB og NSÍ.