Fríggjakvøldið leiktu 1. deild hjá NSÍ og KÍ landskappingardyst, sum eisini var steypadystur og NSÍ vann við 4 málum ímóti trimum.
Á Eystanstevnuni var í gjárkvøldið bríkslað fyri landskappingar/stevnudystið við Løkin í Runavík í kvøld ímillum NSÍ og KÍ 1. deild menn. Hóast dýrdarveður og stevna í Runavík so sást tað ikki aftur á áskoðaratalinum, tí um vit telja nakrar fáar 1. deild KÍ- Hang around`s við, so var ógvuliga soltið við áskoðarum, men tey sum hugdu fingu ein rættuligan fótbóltsdyst við nógvum málum, heili sjey! Dysturin var, sæð frá einum KÍ sjónarhornið, væl spældur og vit høvdu góðar løtur, men loyva ov nógvum málum inn. Og tað hevði Heri Thorsteinsson, málmaðurin ikki skyldina av, tí hann stóð ein branddyst. Trý mál hjá NSÍ komu uppá returin, har verjan ikki ruddaði upp, og eitt uppá beinleiðis fríðspark.
Í 16 min. Legði Viggo Johannesen NSÍ á odda við einum máli. Í 22 min. Javnaði Erik Nielsen fyri KÍ. Í 42 min. Legði Bergur Djurhus NSÍ framum 2-1 og í 45 min. javnaði Julian Samuelsen hjá KÍ, við einum kanónskotið frá 25 metra frástøðu beint uppí tríkantin, ja ársins málið, til hálvleiksstøðuna 2-2.
Í steðginum tosaðu vit um hvat var gott og hvat skuldi betrast, men semja var um at støðan í allar mátar var á einari leið. Kanska skuldi miðvengurnir hjálpa meira till tá vit vóru í verjustøðu, men annars bara koyra straight ahead.
Støðan helt sær í seinra hálvleiki til 73. min, tá Helgi L. Petersen stútaði bóltin í netið til 3-2. Hetta loypti ein lítlan hvøkk á KÍ, tí aðrenn teir komu fyri seg aftur, í 79 min. økti Eyðstein Skipanes um NSÍ leiðsluna til 4-2. KÍ legði alt trýstið frameftir og í 90 min. var brígslað fyri brotssparkið til KÍ, sum Páll Klettskarð settið í netið til endaligu støðuna 4-3 til NSÍ.
Góðir stríðsvilji dreingir. Koyr á KÍ.
KÍ.
Heri Thorsteinson, Rudolf Eliasen, Kaj Ennigarð, Ásbjørn Tungá (78. reytt kort), Fríðin Ziskason (78. Ári Samson), Erik Nilsen (72. Álvur Christiansen), John Hammer, Kristian á Lakjuni, Eli Simonsen, Páll Klettskarð, Julian Samuelsen. Á beinkinum Kritian Andreasen. Venjarar Fríðin Ziskasen og Hans Jacob Heinesen.
NSÍ
Predrak Stockovich, Viggo Johannesen, Eystein Skipanes, Hjalmar Dalbúð, Jens Joensen (78. Øssur Dalbúð) Eddie Michelsen, Karl Løkir (78. J.M.Mortensen) Fróði Johanessarson (79. Klæmint Olsen), Sonni L. Petersen, Bergur Djurhus, Debus Danielsen. Á beinkinum Rógvi Højgaard. Venjari Meinhard Dalbúð.
Dómarar Petur Reinert, Jan á Líðarenda og Jóannes Mikkelsen.




