Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

NSÍ-KÍ 4-0

Oliver Joensen

KÍ tapti heili 4-0 í dystinum í kvøld ímóti NSÍ á vøllinum í Runavík. Øll málini komu í fyrra hálvleiki. Spælið hjá KÍ var snøgt sagt ikki nóg gott.

Eftir dystin sunnudagin, har KÍ vann við tveimum málum móti ongum á FSVágum, mundu flestu áskoðararnir sum fóru til Runavíkar mikukvøldið hava eina vón um at KÍ liðið í minsta lagið megnaði ein javnleik. Men so varð ikki.
Beinanvegin frá dystar byrjan sást, at NSÍ ikki ætlaði at lata nakað av hondum. Teir byrjaðu sum eitt óløgið og fingu við stuttum millumbili tvey mál tíðliga í fyrra hálvleiki. Hóast KÍ spældi undan vindinum, so megnaðu teir ongantíð veruliga at hótta NSÍ málið og tá NSÌ leikararnir vóru ágrýtnari enn okkara, fingu teir tvey mál afturat í fyrra hálvleiki, soleiðis at støðan longu var 4-0 til NSÍ tá fari varð til hálvleiks.
Sum úrslitið vísir, so gekk javnari á í seinna hálvleiki, men til verunligar málmøguleikar komu vit sjálvdan og tá Karstin Joensen stóð sera væl helst í seinna hálvleiki og verjan hjá okkum sýntist betur skipað, kom onki mál afturat.