Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

NSÍ-KÍ: Triðju ferð sama leikgongd

Jákup Ósá

(Dystarfrásøgn) NSÍ byrjar betri ogkemur framum. Síðani reisir KÍ seg, javnar og kemur á odda,áðrenn NSÍ aftur tekur yvir og síðani javnar í síðstu løtu.Hetta er søgan í trimum dystum í ár millum NSÍ og KÍ.

KÍ hevði eitt á pappírinumverjukent útgangsstøðið til dagsins dyst. Leikskipanin var 4-5-1,har Hørður Askham var fluttur fram á miðjuna. Ólavur Niclassenspældi á høgra bakki. Har hava hesir báðir ikki spælt áðurfyri KÍ.

NSÍ fekk uppiborna leiðslu

Tað hendi ikki nógv fyrsta hálvatíman, hvat málmøguleikum viðvíkur. NSÍ hevði bóltin meira ogfekk ein hampiligan stóran møguleika, tá Árni Fredriksberg skeytuppum úr høgru. Men seinasta korterið av fyrra hálvleiki tók NSÍyvir í mál møguleikum eisini. Serliga vóru langskotini neyv oguppá tað seinasta av trimum fekk NSÍ mál. Árni Frederiksbergskeyt so mikið væl, at KÍ málverjin bara hálvbjargaði. BárðurJ. Hansen skoraði uppá leysa bóltin.


KÍ tók yvir

Í hálvleikinum gjørdi KÍ einabroyting. Jóannes Bjartalíð kom á vøllin fyri Ísak Simonsen.Dion Splidt bleiv fluttur aftur á høgra bakk, meðan JóannesBjartalíð spældi sum høgri vongur. KÍ fekk beinanveginútjavnandi málið. Ólavur Niclassen legði væl innfyri úrvinstru og frammanfyri málinum skoraði Semir Hadzibulic. Dysturinvar javnur, men tað var KÍ sum hevði fleiri vandamiklar royndir.Og tó, í 71. minutti fekk Klæmint A. Olsen størsta møguleikan ídystinum, men púra einsamallur við Kristian skeyt hann beint á KÍmálverjan. Løtu seinni kom Páll A. Klettskarð millum einaafturlegging og hann setti bóltin í málið til 2-1. 20 minuttireftir og stóri spurningurin var, um KÍ hesaferð fór at haldaeina leiðslu móti einum øðrum toppliði, tí liðið hevur oftafyrr í ár havt 2-1 leiðslu, sum er mist. Og enn einaferð skoraðimótstøðuliðið í seinastu løtu. NSÍ hevði ikki skapt nakranheilt stóran møguleika eftir KÍ málið, men í fyrsta minutti avyvirtíðini legði innskifti Jann Benjaminsen eitt sera gott innleggúr vinstru. Frammanfyri málinum stóð Klæmint A. Olsen og tilinnlegg er hann tryggari, enn tá hann hevur ov góða tíð viðfótunum. Eitt væl útført mál hjá NSÍ, har Klæmint enn einaferð prógvaði sínar dygdir, har hann finnur pláss millum miðverja og bakk við aftaru stong. 2-2 var endaliga úrslitið.

Allir dystirnir líkjast

Burtursæð frá seinnu hálvfinaluni ísteypakappingini, so hava allir hinir tríggir dystirnir millum NSÍ og KÍ líkst nógv.Dystargongdin hevur verið nærum tann sama eins og úrslitið. Sæðyvir allan dystin hava teir tríggir javnleikirnir helst eisini veriðrættvísir í mun til leikgongdina. Bæði liðini eru helstvónbrotin av kvøldsins dysti. Hjá NSÍ plaga dystirnir móti KÍ áheimavølli at geva 3 stig, meðan KÍ, sum frammanundan dystinum nokk hevði selt dystin fyri javnleik, enn einaferð misti ein sigurí síðstu løtu móti einum kappingarneyta í oddastríðnum. Bæðiliðini dragnaði tvey stig í mun til Víking. Men hvørgan avliðunum hevur tíð til at angra seg um tað, tí longu sunnudaginhava bæði truplar dystir. NSÍ skal spæla á útivølli móti jústVíkingi, og har hava runavíkingar eins stórar trupulleikar sum KÍhevur í Runavík. KÍ hevur heimadyst móti B36, og teir dystirnirplaga at vera javnir og spennandi.  

Mynd: Screenshot/KVF