Í HB vita teir, at NSÍ vil hava Jóhan T. Davidsen aftur í sína miðverju.
Í HB vita teir, at NSÍ vil hava Jóhan T. Davidsen aftur í sína miðverju.
Søgurnar hava gingið leingi, og nú ljóðar fyri vist, at Jóhan T. Davidsen er ein sera ynsktur leikari í barndómsfelagnum NSÍ, sum helst manglar seinasta prikk fyri at fáa miðverjuna uppá pláss. Jóhan T. Davidsen hevur í fleiri ár verið mettur at vera millum bestu miðverjar í føroysku kappingini, har hann seinastu 5 árini hevur spælt við HB. Men enn hevur hann ongan sáttmála fyri komandi ár og tað er neyvan ov nógv sagt, at hetta er besti føroyski miðverjin – á pappírinum pr. dags dato – sum gongur leysur á marknaðinum uttan sáttmála í løtuni.
Nú ynskir NSÍ at fáa hann aftur, og tí leggur barndómsfelagið nógv fyri at fáa ein leikara, sum á pappírinum kann flyta nógv í NSÍ, hvat føroyameistaramøguleikum viðvíkur. Tí felagið hevur í løtuni ongan royndan miðverja við nógvum A-landsliðsroyndum ella royndum á líknandi støði. Sigfríður S. Clementsen er venjari hjá HB, og hann kennir til, at annað felag roynir eftir HB verjuleikaranum.
– Vit hava givið Jóhan eitt tilboð um ein sáttmála. Meir fáa vit ikki gjørt. Hann umhugsar nú støðuna. So mugu vit síggja, um hann velur okkum ella hann velur at royna okkurt nýtt, sigur Sigfríður S. Clementsen við Norðlýsið.
Norðlýsið skilir frá øðrum keldum, at hóast NSÍ áður hevur roynt at fingið Jóhan T. Davidsen aftur til sítt felag uttan úrslit, so er møguleikin kanska størri enn nakrantíð hesaferð fyri, at hann kann velja barndómsfelagið framum í vetur. Tað tykist í øllum førum vera spennandi bæði í HB og NSÍ leiðrinum um, hvar Jóhan velur at seta sína undirskrift fyri kappingarárið 2017.




