NSÍ leikarin við næst flestu uppleggunum spælir ikki við NSÍ eftir summarsteðgin.
NSÍ leikarin við næst flestu uppleggunum spælir ikki við NSÍ eftir summarsteðgin.
23 ára gamli Jóhan Jacobsen er uppaldur í KÍ, men hevur í 2016 og 2015 spælt við NSÍ. Antin sum høgri bakkur ella sum høgri vong bakkur. Í ár er hann saman við Klæminti A. Olsen og Árna Frederiksberg millum teir leikararnir, sum hava byrjað inni hvønn dyst. Eisini í fjør hevði Jóhan lyklaleiklut í NSÍ, har hann byrjaði inni í 26 av teimum 27 dystunum.
Í ár hevur eisini gingið væl hjá Jóhan, sum er tann bakkurin í Føroyum við flest uppleggum (5 upplegg). Hann er somuleiðis leikarin, sum hevur lagt upp til næst flest mál hjá NSÍ, har Árni Frederiksberg hevur lagt upp til nógv flest mál. Men nú verður Jóhan Jacobsen ikki meir at síggja í NSÍ.
– Eg og familjan flyta niður at lesa nú og sum nú er, so spæli eg ikki eftir summarsteðgin, sigur Jóhan Jacobsen í stuttari viðmerking við Norðlýsið.
Jóhan er sambært FaroeSoccer skrásettur fyri 108 dystir í bestu deildini.




