Sum so ofta fyrr, so slerdi KÍ ikki til, tá tað veruliga stóð á. NSÍ vann 2-0 og hevur nú tveir dystarbóltar fyri at fáa Europa League plássið.
Tað var fitt av vindi í Runavík í dag. KÍ hevði undanvind í fyrra hálvleiki, men klaksvíkingar dugdu ikki væl at útnytta hetta til sín fyrimun. Páll A. Klettskarð kom til ein stóran møguleika, men tað var NSÍ sum kom á odda. Klæmint A. Olsen skeyt fríspark og umvegis eitt KÍ bein endaði bólturin í málinum. 1-0 var hálvleiksstøðan, har KÍ hevði munin í spælinum, men har NSÍ skoraði uppá sín einasta stóra mál møguleika.
Í seinna hálvleiki tók NSÍ yvir. Burtursæð frá fyrstu løtuni, so sat heimaliðið á dystinum. Var tað ikki fyri einum stórspælandi Meinhardt Joensen, so skoraði NSÍ fleiri mál. KÍ hevði onkrar góðar støður, men sum oftast raktu leikararnir ikki bóltin, tá teir komu til góðar støður í vindinum. Heimaliðið fekk eitt mál afturat, tá Andy Ó. Olsen sendi inn til Klæmint A. Olsen, sum enn einaferð skoraði móti KÍ. 2-0 var endaliga úrslitið.
Við hesum úrslitinum hevur KÍ mest sannlíkt spælt sær av við Europa League møguleikan. NSÍ hevur nú tveir dystarbóltar og vinna teir antin móti HB á útivølli ella móti ÍF á heimavølli, so hevur NSÍ tryggjað sær Europa League plássið. Fleiri viðmerkjarar hava seinastu tíðina víst á, at KÍ aldrin sær til, tá tað veruliga geldur, og hesir fingu rætt. KÍ hevur tapt tveir av seinastu trimum dystunum og nú skal nógv hjálp til, um KÍ skal út í Europa í 2015.