Dystarfrásøgn: NSÍ vann at enda 4-1 móti KÍ í Runavík í einum dysti við nógvum mál møguleikum og stórum spenningi fram til endan av dystinum.
KÍ fekk sunnudagin møguleika at koma uppá 4. plássið, tí heilt skjótt var greitt, at Víkingur helst fór at vinna á HB. Men at spæla í Runavík er ikki lætt hjá nøkrum liði í ár, tí bara Víkingur hevur vunnið har. Og KÍ fekk tað eisini trupult og tapti at enda við trimum málum.
Pól Jóhannus fleiri mál úr spískum
Bæði liðini skaptu nógvar møguleikar hendan dystin. NSÍ prógvaði, hví liðið er tað, sum hevur skorað flest mál nakrantíð eitt kappingarár. Í fyrra hálvleiki var NSÍ betra liðið og hevði bóltin meira. Heimaliðið fekk eisini sínar møguleikar, men KÍ lá eisini framvið og kundi eisini fingið fleiri mál. Stóri spælarin hendan dystin bleiv Pól Jóhannus Justinussen, sum vísti kropsliga styrki, sum gav KÍ stórar trupulleikar. Eftir innkast vann Pól Jóhannus bóltin og skoraði til 1-0, sum eisini var hálvleiksstøðan. Í seinna hálvleiki kom KÍ út sum eitt ‘ódnarveður’. Páll A. Klettskarð bleiv fyri fyrstu ferð skiftur inn eftir álvarsama skaðan fyrr í ár og hann vísti vilja og gott spæl. Tað var eisini Páll, sum legði upp til útjavnandi málið hjá KÍ, sum Hjalgrím Elttør skoraði. Men eftir útjavnandi málið kom NSÍ betri við og hótti av álvara aftur. Tað var eisini Pól Jóhannus sum skoraði næsta málið, tá hann eins og fyrra málið skoraði úr spískum. Móti endanum fekk NSÍ gott pláss, tá KÍ satsaði nógv frameftir og runavíkingar fingu eisini tvey mál afturat til endaligu støðuna 4-1.
Samanlagt yvir allar 90 minuttirnar var NSÍ betra liðið. NSÍ spælir skjótan og góðan álopsfótbólt, meðan Pól Jóhannus gevur liðnum neyðugu styrkina. KÍ hekk væl við í dystinum leingi og eftir útjavnandi málið sat ein við kensluni av, at KÍ tað sama kundi vinna dystin. Men móti endanum skrædnaði og tá bleiv sigurin hjá NSÍ óneyðuga stórur. KÍ liggur framvegis 2 stig aftanfyri HB á 4. plássinum, men tað verður neyvan hesin dysturin í Runavík, sum KÍ eftir kappingarárið fer at hyggja eftir sum ein spiltur møguleiki, tí talan er um ein av truplastu dystunum á pappírinum, sum øll lið uttan Víkingur hava merkt. Sostatt verður kappingin um 4. plássið avgjørd í seinasta umfarinum, men bólturin liggur hjá HB, sum kann avgera tað sjálvt á heimavølli móti FC Suðuroy.




