Mikukvøldið spæld KÍ og NSÍ venjingardyst í Klaksvík.
Líkindini vóru góð og nógvir áskoðarar – til at vera ein venjingardystur – vóru komnir til dystin. Hjá KÍ vóru nakrar broytingar í mun til seinasta venjingardyst. Liðið sum byrjaði var hetta: Meinhardt Joensen – Gunnar Christiansen, Jonas Flindt Rasmussen, Mayowa Alli, Heðin á Lakjuni – Evrard Blé, Atli Danielsen – Justice John, Ndende A. Guéye, Jónannes Bjartalíð – Hjalgrím Elttør. NSÍ byrjaði við hesum liðnum: Andras Gango – Jóhan Jacobsen, Jákup A. Gaardbo, Monrad H. Jacobsen, Pól J. Justinussen – Andras Frederiksberg, Jens Joensen, Hákun Edmundsson – Jonhard Frederiksberg, Jonleif Højgaard, Árni Frederiksberg.
Spælt var tríggjar ferðir 30 minuttir. Fyrsti hálvleikurin var merktur av, at liðini høvdu trupult við at spæla seg fram til møguleikar. Einasta veruliga málroyndin var eitt langskot frá NSÍ, men annars høvdu verjurnar fult tamarhald á tí mesta. Í næsta hálvleikinum kom meira ferð á og fleiri møguleikar. NSÍ kom á odda, tá fleiri persónlig mistøk í KÍ verjuni gjørdu, at NSÍ at enda fekk brotsspark, sum Árni Frederiksberg skoraði uppá. Kí javnaði seinni, tá Hjalgrím Elttør spældi bólt út í høgru síðu til innskifta Henry Heinesen, sum legði innfyri. Bólturin kom útfrá til Atla Danielsen, sum við langskoti javnaði til 1-1. Men hetta helt ikki leingi, tí Jens Joensen avgjørdi dystin við flottum langskoti til endaligu støðuna 1-2, sum heldur ikki var heilt av leið útfrá leikgongdini.
Til seinasta hálvleikin skiftu bæði liðini nógv út. Men tann hálvleikur bleiv ikki liðugt spældur, tí streymurin fór, og tá endaði dysturin. KÍ spælir aftur leygardagin móti ÍF í Klaksvík.
TB vann 6-0 á Royn
Sunnudagin spældi TB móti 2.deildarliðnum Royn í Trongisvági. TB vann 6-0. Málini skoraði Albert Adu (2), Reynir Magnusson, Rógvi Joensen, Patrik Johannesen og Teitur Justinussen.
TB byrjaði soleiðis: Ivan Stojkovic – Andri Freyr Bjørnsson, Teitur Olsen, Eirikur M. Ellendersen – Reynir Magnusson, Rógvi Joensen, Martin Tausen, Frank (Fraklendingur sum royndarvenur) – Albert Adu, Patrik Johannesen
Arnbjørn skoraði aftur
Nógv hevur verið gjørt burturúr rokdystinum millum HB og Víking mikukvøldið. Men sjálvur dysturin endaði, tá áleið 25 minuttir vóru spældir og tá var støðan 1-1. Málið hjá HB skoraði Arnbjørn T. Hansen, sum eisini skoraði seinasta vikuskiftið, meðan Andreas Lava Olsen skoraði málið hjá Víkingi.
HB byrjaði við hesum liðnum: Teitur M. Gestsson – Jóhan T. Davidsen, Rógvi S. Holm, René S. Joensen, Alex dos Santos – Pál M. Joensen, Christian R. Mouritsen, Levi Hanssen, Poul Ingason – Andrew av Fløtum, Arnbjørn T. Hansen.




