Sum Norðlýsið visti at siga í gjárkvøldið, so bleiv tað Trygvi Mortensen, ið bleiv nýggjur venjari hjá NSÍ.
Vælvitandi keldur hjá nordlysid.fo kundu í gjár siga, at NSÍ hevði valt eina lokala loysn í Trygva Mortensen. Og í kvøld váttaði NSÍ so sáttmálan hjá Trygva Mortensen. Afturat sær hevur hann Helga L. Petersen og skulu teir standa á odda fyri NSÍ tey næstu tvey árini.
Mynd: nsi.fo




