Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú á Varmakeldu verða aftur filmarnir um Fuglafjørð vístir.

Tíðindaskriv

Teir eru liðugt redigeraðir, fínpussaðir og lidnir langtíðarfilmar. Eisini eru tvær DVD fløgur gjørdar og kunnu fáast til keyps í Mentanarhúsinum nú á varmakeldu tá filmarnir verða vístir.

Teir eru liðugt redigeraðir, fínpussaðir og lidnir langtíðarfilmar. Eisini eru tvær DVD fløgur gjørdar og kunnu fáast til keyps í Mentanarhúsinum nú á varmakeldu tá filmarnir verða vístir.

Í kvøld, fríggjakvøldið kl. 20 verður filmurin “Fuglafjørður fjølgast – um gomlu handlarnar” vístur

í annað kvøld, leygarkvøldið kl. 18 verður filmurin “Fuglafjørður fjølgast – Smiðjan og bedingin”

Í steðginum er møguleiki at keypa drekkivørður, kaffi, køkur v.m., sum Fuglfjarðar Ítróttarfelag stendur fyri.

Møguleiki er at hitta Signar á Brúnni og Zacharias Hammer, sum hava staðið fyri hesum filmum.