Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú ber til at keypa ferðaseðil (túrbond) til Kópakonu-dagin í Mikladali

John William Joensen

Fyri at lætta um, eru bíligari túrbond gjørd, har til ber at keypa hesi bondini vikuna frammanundan á Norðoya Kunningarstovu.
Kostnaður, vaksin báðar vegir við Ternuni og til og frá Mikladali við bussi fyri kr. 110,- . Kostnaður, børn báðar vegir við Ternuni og til og frá Mikladali við bussi fyri kr. 60,- Eisini verður mælt fólki frá at fara við bili, tí gott bussamband er og tað kann vera skjótt at fylla Mikladal upp við bilum

Fyri at lætta um, eru bíligari túrbond gjørd, har til ber at keypa hesi bondini vikuna frammanundan á Norðoya Kunningarstovu.
Kostnaður, vaksin báðar vegir við Ternuni og til og frá Mikladali við bussi fyri kr. 110,- . Kostnaður, børn báðar vegir við Ternuni og til og frá Mikladali við bussi fyri kr. 60,- Eisini verður mælt fólki frá at fara við bili, tí gott bussamband er og tað kann vera skjótt at fylla Mikladal upp við bilum – Parkering av bilum niðri í bygdini er ikki loyvd henda dagin. Bert er loyvt at parkera omaneftir bygdavegnum frá landsvegnum og oman móti bygdini. Fyrireikarnir vænta nógv fólk og er nógv gjørt fyri, at til skal bera at fáa ein bita, við fleiri ymiskum etistøðum, konsertir og framsýningar eru eisini á skrá, umframt at Norðoya Kunningarstova skipar fyri gonguferðum í Mikladali niðan á Slættafjall og á Trøllanesi norður á Kallin. Hesar gonguferðir, sum eru kl. 10.00 skal man tekna seg til á Norðoya Kunningarstovu vikuna áðrenn á tlf. 456939 ella info@klaksvik.fo– Sí eisini www.visitnordoy.com