Svartkjafturin minkaði nógv i Írskum sjóvgi men nú er hann komin í føroyskan sjógv
Næraberg sum fór til fiskiskap 14. mars hevur ikki fingið so nógv á hesum túrinum men í gjár raktu teir aftur við svartkjaft í føroyskum sjógvi.
Teir høvdu okkurt hálið sum var upp á 170 tons og Næraberg hevur nú gott 550 tons av lidnari vøru inni.
Teir verða aftur á Klaksvík leygardagin og eftir ætlan fara teir avstað aftur mánadagin.
Manningin á Næraberi telur 80 í løtuni.




