Teir seinastu dagarnar hava vit verið stødd ímillum hátrýst og ímillum tvey lágtrýst. Hetta kallast ein saðil. Í einum saðili er veðrið vanliga gott – vindferðin er lítil og kemur fyri tað mesta úr ymsum ættum.
Teir seinastu dagarnar hava vit verið stødd ímillum hátrýst og ímillum tvey lágtrýst. Hetta kallast ein saðil. Í einum saðili er veðrið vanliga gott – vindferðin er lítil og kemur fyri tað mesta úr ymsum ættum.
Eitt lágtrýst er á veg vestaneftir ímóti okkara leiðum. Trýstið í miðjuni er niðri á 985 hPa – so eitt sindur av megi er í tí. Tað hevur staðið suður úr Íslandi í nakrar dagar, men nú fer tað at nærkast Føroyum.
Tá ið lágtrýstið er komið nær, fer ættin at gerast eystan ella lágur eystan. Tá verður tað ikki køld luft úr Eysturgrønlandi, sum kemur hendavegin, men ístaðin eitt sindur lýggjari luft úr hátrýstinum við Asorurnar í miðjum Atlantshavi. Hetta fer at vera í annaðkvøld.
Til eitt lágtrýst hoyra brúgvaløg við regni. Eisini til hetta lágtrýstið, sum nú er ávegis, eru brúgvaløg við regni. Tað fer at vera turt fyri tað mesta í morgin – hósdag – men um middagsleitið fríggjadagin fer at regna í Suðuri, og sum tímarnir fara at ganga, regnar um alt landið um nátturðatíð fríggjakvøldið. Leygarnáttina er turt aftur.
Viðvíkjandi vindi, so verður ikki nógvur vindur í morgin – hósdagin. Ein ond av norði ella landnyrðingi, sum seinnapartin gerst eystan ella eitt sindur lægri enn eystan. Fríggjamorgunin er vindferðin vaksin upp í eitt stívt andøvsgul ella ein strúk í vindi, 10 til 13 m/s. Eftir at regnið er farið framvið seint fríggjakvøld ella tíðliga leygarnátt, minkar vindurin niður í 4 til 6 m/s úr suðuri ella landsynningi-suðuri.
So fyribils er stilla veðrið við kaldari luft liðugt. Hvussu leingi tað verður til høgættin kemur aftur, er ilt at siga, men helst gongur alt vikuskiftið og eitt sindur afturat við ættum sunnan fyri eystan.
Livst og spyrst.




