Skráin fyri Torradagarnar byrjar mánamorgunin 18. februar, og eitt tað fyrsta á skránni er avdúking av nýggjum frímerki á Posthúsinum í Klaksvík.
Kl. 11.00 fyrrapartin mánadagin fer Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, at avdúka eitt nýtt frímerki á Posthúsinum í Klaksvík.
Talan er um eitt 100-ára Klaksvíksfrímerki.
Eftir avdúkingina verður okkurt leskandi at fáa.
Millum kl. 11.00 og 16.00 hevur Posthúsið í Klaksvík somuleiðis eina framsýning um postleiðir.
Tað er Mentanardeildin hjá Klaksvíkar Kommunu, v/ Dáva Winther, mentanardeildarleiðara, sum skipar fyri Torradøgunum.
Skráin er eitt nú at síggja á www.klaksvik.fo, og ein slóð er eisini at finna her á www.nordlysid.fo.




