Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nú byrjar ein sera tætt skrá hjá KÍ

Jákup Ósá

Tað hevur verið langt millum dystirnar hjá KÍ síðstu vikurnar, men framyvir verður tað tætt millum dystirnar hjá KÍ.

Frá leygardegnum av og 22 dagar fram, so so KÍ spæla sjey dystir. Dysturin móti TB sunnudagin 20. september er framskundaður til leygardagin 19. september. Her sleppur KÍ-hópurin av álvara at royna seg, tí tað er ikki so vanligt, at føroysk lið spæla so nógvar dystir uppá so stutta tíð.

 

Skráin hjá KÍ fram til landsliðssteðgin í oktober:

12.09: KÍ-HB

15.09: Skála-KÍ

19.09: TB-KÍ

24.09: KÍ-Dinamo Tbilisi (Um Dinamo Tbilisi vinnur sum væntað í Wales)

27.09: KÍ-AB

30.09: KÍ-B36

03.10: Víkingur-KÍ

04.10: Landsliðssteðgur