Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nú byrjar heystið

Staksnevndin

Staksdagurin verður í Tjørnuvík leygardagin 22. September

Nú heystið stendur fyri durunum, fara menn aftur at hugsa um skurðin.

Leygardagin 22. September verður farið í Tjørnuvíksstakk eftir seyði, hetta er hátíðardagur í bygdini og samstundis er hetta byrjanin uppá heystfjøllini.

Í ár eru 5 Veðrar at taka.  

Kostnaðurin fyri túrin er 100 krónur, tá er døgurðin í bygdarhúsinum íroknaður, hetta er eisini ein lutaseðil uppá eitt feskt  tjógv av Stakkinum, lutaseðlarnir verða trektir   undir uppboðssøluni.

Eftir døgurðan verða 2 veðrar  flettir og síðan sundurlimaðir, hesir verða seldir í stykkjum á uppboðssøluni, sum byrjar klokkan 17.00.

Um ein ætlar at keypa sær ein livandi seyð, er eisini møguleiki at fáa seyðin flettan, har eru fleiri menn, sum standa klárir at fletta eftir uppboðssøluna.

Bygdarhúsið skipar eisini fyri ymiskum, tombola er aftaná uppboðssøluna og seinni um kvøldið verður dansur  í bygdarhúsinum.