Fyrsti møguleikin hjá viðhaldsfólkum at síggja KÍ-liðið anno 2003 í dysti verður longu hesa vikuna, tí mikukvøldið (12. februar) kl. 18 fara teir á vøllin fyri fyrstu ferð at leika dyst ímóti øðrum felag. Fyrsta tørnið fáa toftamenn.
Norðlýsið skilir á Jan Joensen venjara og Olgari Danielsen hjálparvenjara, at heilir tríggir venjingardystir eru á skránni hesa vikuna og hetta komandi vikuskiftið.
Fyrst er tað hesin heimadysturin ímóti B68 mikukvøldið, síðani skulu KÍ-leikararnir leygardagin út á Svangaskarð at møta B68 har, og so verður aftur heimadystur sunnudagin, tá B36 kemur á vitjan.
Spennandi verður at síggja, hvussu venjararnir velja at seta liðið hesar fyrstu dystirnar.
KÍ-liðið hevur nógvar spennandi leikarar í ár, har bæði ungir og eldri fara at stríðast um tey fyrstu ellivu plássini á liðnum.




