Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nú byrjar steypakappingin

Oliver Joensen

Hetta vikuskiftið verða fyrstu dystirnir í steypakappingini hjá kvinnum leiktir. Stjørnan tekur sunnudagin á heimavølli ímóti VÍF, og verður dysturin bríkslaður í gongd kl. 16.00.                                                                                        

Steypakappingin er soleiðis skipað, at liðini er býtt í tveir bólkar. Stjørnan er í bólki saman við VÍF, H71 og EB. Í hinum bólkinum er Neistin, Kyndil, StÍF og VB. Í innleiðandi umfarinum leika liðini ein dyst ímóti hvørjum øðrum. Tvey tey ovastu liðini i hvørjum bólki fara víðari í fjóðringsfinalurnar.                                                       

Sum nevnt, so leggja kvinnurnar hjá Stjørnuni fyri við dysti á heimvølli í morgin, har mótstøðuliðið er VÍF. Sum fráboðað varð í gjár, so er venjaraskifti farið fram hjá Stjørnuni, har Kári Horn hevur tikið yvir. Hetta verður sostatt fyrsti dysturin í hesum kappingarárinum við Kára sum venjarar. Spennandi verður at síggja hvørja ávirkan venjaraskiftið fer at hava á liðið. Á facebooksíðuni hjá Stjørnan sigur felagið, at leikararnir eru sera spentir uppá uppgávuna og vóna, at viðhaldsfólk teirra møta mannsterk fyri at stuðla teimum.