Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú eiga mannfólkini tørn

(Høgni Klakkstein)

Herfyri var Atlantis karmur um eitt fullsett og spennandi temakvøld fyri kvinnur. Fríggjakvøldið verður eitt spennandi mannfólkakvøld.

Hvat vilja kvinnur hava í dag? Tað koma ikki minni enn tveir sexologar at greiða frá og hugleiða um.
Danska Katrine Berling Christensen, sexologur, sum eisini skrivar fyri Ekstrablaðið og okkara egna Elin í Stórustovu.
Menninir fáa vælkomstdrink og pinnamat. Helena Sundsskarð frá Artharmonia fer at greiða frá ymiskum møguleikum, tá ið talan er um at "justera" kroppin. Sexleikur og mótasýning við mannfólkamóta og mangt annað spennandi verður eisini á skránni. 

Vertur fyri kvøldið er tann altíð so væl upplagdi Gunnar Nolsøe. 

Tiltakið verður í Atlantis fríggjakvøldið 27. november kl. 20:00 

Einans menn yvir 18 ár hava atgongd! – Atgongumerki kunnu bókast online á heimasíðuni hjá Atlantis – www.atlantis.fo