Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú er hon her, appin um demens

Jóhann Lützen

Appin ”Demensur” er ókeypis at brúka og er ætlað øllum, sum arbeiða við umsorgan, stuðli og røkt av menniskjum við demenssjúkum

Alzheimerfelagið hevur keypt rættindini til at týða og almannakunngera eina app frá ”Videnscenter for demens”: http://www.videnscenterfordemens.dk/app – hon kann nýtast bæði á Android og iOS (iphone og ipad) og kann takast niður á App Store

Appin ”Demensur” er ókeypis at brúka og er ætlað øllum, sum arbeiða við umsorgan, stuðli og røkt av menniskjum við demenssjúkum. Hon er tøk á App Store.

Appin kann nýtast til:
•    førleikamenning ella sum stuðulsamboð í gerandisdegnum hjá starvsfólki og hjá avvarðandi
•    at eygleiða og at varnast likamligar og sálarligar broytingar
•    at finna loysnir á, hvat kann gerast í sambandi við likamligar og sálarligar broytingar
•    at fáa góð ráð til at fyrireika samstarvið við tey demenssjúku, avvarðandi teirra og starvsfelagar
•    at læra um demensfaklig hugtøk og at finna kunning um demenssjúkur

Felagið takkar fyri fíggjarligan stuðul, ið hesi hava veitt:

Megd, Hovs kommuna, Viðareiðis kommuna, Nes kommuna, Fugloyar kommuna,
Sands kommuna, Skúvoyar kommuna, Vágs kommuna, Hvalbiar kommuna,
Skopunar kommuna, Eysturkommuna, Tórshavnar kommuna, Hvannasunds kommuna.