Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú er ikki at standa fyri!!

John William Joensen

søgdu teir báðir brøðurnir Jógvan og Martin Drangberg, skemtandi, tá teir komu út frá Autoshine við nýggju snotiligu motorsúklunum

Síðan broytingar vóru gjørdar í tolllógini er prísurin á motorsúklum næstan hálvveraður og fyrstir at keypa motorsúklur frá Autoshine í Klaksvík vóru skopuningarnir Jógvan og Martin Drangberg.
– Tað hevur altíð verið ein dreymur hjá okkum at havt motorsúklu og nú er hesin dreymurin uppfyltur.
Jú lagið var gott á skopuningunum tá teir fóru av stað við hvør sínari Hyosung (650cc) motorsúklu, sum teir fingu fyri einans 73.000 kr.. 

Snotiliga súklur frá Autoshine
Tað er sum sagt Autoshine í Klaksvík sum hevur umboð upp á snotiligu Hyosung motorsúklurnar og Jan Joensen, stjóri hjá Autoshine sigur at nú norðoyatunnilin letur upp verður tað eitt gott høvið hjá Klaksvíkingum at fáa sær motorsúklur.
– Leirvíksfjørður hevur gjørt økið hjá teimum sum eiga motorsúklu í Klaksvík alt ov lítið at koyra á. Tunnlarnar norður um fjall eru framvegis ein forðan tí tær eru sera illa egnaðar til motorsúklur.
– Men um stutta tíð letur norðoyatunnilin upp og við honum liggur stórsti parturin av landinum opin fyri motorsúklum.
– Eg vanti eisini at nógv fara at brúka høvi til at fara túrar um vikuskiftini og til hetta eru motorsúklurnar sera væl egnaðar. Tætta sambandi við náttúruna og veðrið ger tað at koyra á motorsúklu til eina heilt serlig uppliving.