Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú er koyrandi aftur

John William Joensen

Eingin mannskaði hendi tá ein bilur fyri løtu síðan rendi inn í tunnilsveggin

Av politistøðini verður sagt at talan var um eitt konufólk, sum var á veg norður gjøgnum tunnilin.

– Hon koyrdi umleið 70 km/t tá bilurin bráddliga fór upp at sløra og endin var at bilurin rendi inn í veggin og slongdist runt og til hann kom at standa fastur millum tunnilsveggirnar.

– Hon var íbundin trygdarbelti og slapp sjálv út úr bilinum og fekk tíbetur einki mein, men sjálvandi var hon skakað av hendingini.

Truplar arbeiðsumstøður
Av politistøðini verður sagt at umstøðurnar hjá teimum at koma til hjálpar í bølamyrka tunnlinum eru sera vánaligar.

– Tíbetur bóru fólk seg skilagott at. Norðanfyri tunnilin stillaðu fólk seg fyri tunnilsmunnan – so bilar ikki fóru inn í tunnilin og sama varð gjørt við hin munnan.

– Tunnlarnir eru lágir og fyllast skjótt við gassið og trupult  er  at arbeiða við kranabili inni í tunnlinum.

– Tíbetur kundu hjólini á bilinum brúkast – so vit fingu hála bilin úr tunnlinum – men um so var at hjólini ikki virkaðu hevði verið sera trupult at fingið bilin út.

Tunnilin er nú ruddaður og ferðslan koyrir sum vanligt.