Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú er latið upp fyri eini loysn á Skálafjarðartunnlinum

John William Joensen

Formaðurin í Miðflokkinum sum fyri kortum heitti á Løgmann um at koyra Kára P. Højgaard úr starvið, sigur at landsstýrismaðurin hevur sjálvur havt møguleika til at umgingist at verða koyrdur úr starvið.

Formaðurin í Miðflokkinum sum fyri kortum heitti á Løgmann um at koyra Kára P. Højgaard úr starvið, sigur at landsstýrismaðurin hevur sjálvur havt møguleika til at umgingist at verða koyrdur úr starvið.

Tá eg heitti á løgmann um at koyra Kára P. Højgaard úr starvið, var tað ikki eitt ultomativt krav, tí eg hevði sjálvur góðtikið um løgmaður ikki hevið koyrt landsstýrismannin. Men hevði Kári av fyrstantíð verið meira eyðmjúkur tá málið tók seg upp, og latið løgtinginum beinanvegin allar upplýsingar, so hevði hendan støðan ikki komið í.

Eg havi allatíðina sæð Skálafjarðatunnilin sum ein vinning fyri samfelagið – og tí hava vit nú eitt gylt høvið at finna eina semju – og sjálvur trúgvi eg at vit um 14 dagar hava eina semju sum er væl størri enn bara samgongan.

Tunnilin skal verða so bíligur sum gjørligt og kostnaðurin at koyra ígjøgnum skal eisini verða so lágur sum gjørligt – hvørki av hesum er í uppskotinum sum Kári P. Højgaard kom við. Tí haldi eg at vit skullu finna neyðuga peningin so tað almenna rindar íløguna.