Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú er nokk sovið: Skúlarnir byrja aftur

Danial Viðoy

Summar Festivalurin hevur verið og tað er tíðum tekin um, at teir flestu skúlarnir byrja aftur. Teir/tey, sum lesa til maskinmenn/skipara/skipsførara hava m.a. lagt til brots, og í morgun byrja onkrir miðnámsskúlar, ið hvussu er norðanfyri. Mánadagin stendur fólkaskúlin fyri tørni.

Nú er nokk sovið, nú skulu lesandi til verka aftur. Tað sær alt so ljóst út. – Í ár skal eg gera enn meira við skúlatingini, ella: – áah tað verður spennandi at byrja upp á hendan skúlan, eru nakrir av setningunum.

Alt er so spennandi, alt sær so ljóst og lovandi út. Næmingar eru úthvíldir av summarfrí og eru klárir at leggja til brots.

Og onkur, ið bleiv pisa í summar, er kanska longu farin til stroks, og er kanska longu byrjað í skúla í onkrum heilt øðrum landi. Pisurnar eru farnar á flog við Atlantsflog, kanska? – Ella ein biltúr til Havnar, har Setrið hevur nógv at bjóða.

Skiparin og skipsførarin føra nú skip og gleðast um, at nú er skúlatíðin endiliga av. Maskinmaðurin skrúvar upp á Pelagos í Fuglafirði.

Náh, men tað stutta av tí er, at skúlarnir í smáum byrja aftur. Nógvar ymiskar persónsmenskur, nógv ymist áhugamál og nógv ymisk endamál. Summarfrítíðin er av og klokkan er átta.

Harleywoodpaint