Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú er Olgar venjari

Jákup Ósá

Olgar Danielsen hevur í dag gjørt sáttmála við felag, sum helst er favorittur at vinna 1.deild komandi ár.

Norðlýsið skrivaði í gjár, at Olgar Danielsen mest sannlíkt bleiv nýggjur venjari hjá EB/Streymi. Og í dag er hetta endaliga staðfest, har partarnir hava gjørt sáttmála, skrivar EB/Streymur. Hjálparvenjari verður Bjarni Mohr Arnason. Teir hava báðir verið venjarar í felagnum í fleiri ár.
Flestu leikararnir hjá EB/Streymi halda fram í felagnum, sum tí helst telist millum favorittarnar at flyta upp úr 1.deild.