Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú er Rodrigo tøkur

Jákup Ósá

Nú eru neyðugu loyvini komin uppá pláss hjá Kí álopsleikaranum.

Eins og vanligt er, so tekur tað nakað av tíð at fáa arbeiðsloyvir o.a. uppá pláss, tú nýggir útlendingar koma til Føroyar at spæla fótbólt. Soleiðis hevur eisini verið við KÍ álopsleikaranum Rodrigo Silva, sum tó ikki er heilt nýggjur, tí hann spældi við KÍ í 2008, tá hann skeyt 11 mál í 23 dystum. Hann kom til Klaksvík fyri einum góðum mánaði síðani. Tá var hann ikki í fullgóðari venjing, so tað hevur verið arbeitt við at fáa formin uppá pláss síðani tá. 
Í dag frætta vit frá KÍ, at endaligu loyvini nú eru komin uppá pláss. Sostatt er hann tøkur hjá venjaranum til dystin móti EB/Streymi sunnudagin. Men givið er, at honum manglar dystarvenjing og tí er ikki vist, at hann verður við frá byrjan. KÍ hevur eisini staðið seg væl higartil í ár uttan Rodrigo, so fyrst og fremst er talan um eitt eyka kort hjá KÍ venjaranum til álopspartin, um tað gert neyðugt.