Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú er stundin komin til at øll almenn størv verða boðin út á hvørjum ári

John William Joensen

Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, vil ikki longur góðtaka at ávís útvald sleppa at sita í almennum størvum fyri feita løn og pensjón samstundis sum man uppfinnur gjøld, sum tey sum virka á havinum skullu rinda. Og samstundis verður tosa um at bjóða tilfeingið út í fríðari sølu og harvið ræna enn meira frá verka- og veiðumanninum til at fíggja eina stætt, sum livur av tí almenna og sum uttan at spyrja nakran hevur veitt sær sjálvum viðurløg og pensjónir sum onnur bert kunnu droyma um.

Sambært eini útrokning sum Norðlýsið hevur gjørt hava manningarnar á skipum, sum hava verið á makrel og silda veiðu í ár, rindað góðar 30 mió. kr í tilfeingisgjald til landskassan. Formaðurin í fiskimannafelagnum er harðliga ímóti tosinum um tilfeingisgjald og tilfeingisbú.

Eg kann bara staðfesta at tey sum tosa harðast um at selja tilfeingið hjá verka- og veiðumanninum á uppboðssølu eru sjálvi í almennum starvið og fáa løn, viðbøtur og pensjón frá landskassanum. Skulu vit tosað um uppboðssølu, so áttu vit at byrjað við størvum hjá tí almenna. Vit eiga í dag tænastumenn og læknar sum lættliga tjena 100.000 kr. um vikuna og hvør hevur spurt verkamannin og vinnuna um hetta er rætt? Fleiri størv hjá tí almenna eru eisini at rokna sum beinleiðis sosialar veitingar.

Hjá vinnufúsum monnum og kvinnum sum hava sett sær høg mál og spent seg hart fyri er tað skelkandi at frætta at man seriøst arbeiðir við at bjóða virkis grundarlagið út á eini almennari uppisølu.

Í ár hava fiski og veiðumenn umframt skatt og avgjøld eisini rindað 30 mió. kr. sum tilfeingisgjald men álíkavæl megnar almennu Føroyar ikki eingang at hava eina tyrlu tøka til sjóbjarging.

Men tey sum tosað um at bjóða fólksins ogn út í fríðari sølu áttu heldur at byrja við almennu størvunum, tí tað kann ikki verða rætt at ávís fólk og familjur eiga lívsstarv fyri almenna løn og senda størri og størri rokning til tey sum virkað á havinum.

Harleyfacadeacryl