Tað ber ikki til at sita úti í kommununum og tosa um desentralisering av umsitingini og so ikki arbeiða skynsamt, tá møguleikar eru fyri at fáa umsitingina nærri borgarunum.
Barnaverndarmálið hevur vakt ans og hevur givið okkum nakað at hugsa um. Vanliga hugsanin hevur verið, at vit ganga ímóti einari tíð, at okkara kommunur vera noyddar at ganga saman í størri eindir, tí krøvini til kommunurnar gerast alsamt størri og størri, so hvørt tær fáa ræði á størri parti av egnari umsiting.
Skulu kommunurnar í Føroyum vera førar fyri at taka ímóti avbjóðingini, og samstundis geva borgarunum eina nøktandi tænastu tá tær sjálvar skulu umsita síni egnu almennu øki, so krevst ein ávís stødd av kommunum.
Nú byrjað verður at leggja út til kommunurnar, er neyðugt at kommunurnar eisini vísa ábyrgd og finna sær hóskandi samstarvspartnarar, soleiðis at teirra egnu umsitingar koma at liggja so nær borgarunum sum møguligt.
Ídag liggur stórur partur av almennu umsitingini hjá landinum í Havn og meiningin við at flyta umsitingina nærri teimum, sum umsitingin viðkemur, kann valla vera í trá við samstarvið sum nakrar kommunur í Norðoyggjum ætla saman við kommunum í Sundalagnum.
Um so er at landsins myndugleikar fara at góðkenna samstarv ímillum kommunur, sum liggja so langt hvør frá aðrari, so er skjótt til at landsmyndugleikarnir missa alla kommunusamanlegging á gólvið, í hvussu so er, um ætlanin við at leggja umsitingina út til kommunurnar er, at hetta seinni nátúrliga skal føra til kommunusamanleggingar.
Siga vit at Viðareiðis- Hvannasunds- og Húsa kommunur fara í samstarv við tær í Sundalagnum á barnaverndarøkinum, so er als ikki óhugsandi at eitt nú kommunurnar í Sundalagnum fara at ganga saman við aðrar kommunur, tá eldraøkið skal leggjast út og kanska eina triðju uppaftur seinni.
Verður tað so, so fáa vit eitt netverk av ymiskum kommunusamstarvum, ið als ikki fara at føra til nakra kommunusamanlegging og tá er lítið vunnið.
Kommunurnar eiga longu nú at hyggja seg væl um eftir samstarvspartnarum, tí roknast skal við, at samstarvspartnarnir skulu leggja saman einaferð í framtíðini við tí fyri eyga, at kunna umsita alt alment, sum viðkemur teirra borgarum og tá er umráðandi at kommunurnar longu nú byrja so spakuliga at byggja umsitingarliga partin upp, soleiðis at tær til eina og hvørja tíð eru førar fyri at taka ímóti avbjóðingunum.
Tað er klárt, at kommunurnar vera noyddar at leggja saman fyrr ella seinni, um tær vilja taka sær av egnu umsiting. Krøvini til førleikan hjá umsitingini í kommunalu eindunum gerast alsamt størri og størri og onki er at ivast í, at kommunur, sum ikki leggja seg eftir at hava kanska einar 3000 borgarar, fara als ikki at vera førar fyri at taka ímóti umsitingini og tí vera tær smærru sentralt stýrdar.
Tað er at vóna, at landsstýrismaðurin í kommunumálum ikki fer at standa ov veikur í hesum málinum, tí tá er vandin stórur fyri at kommunusamstarvið verður somikið fløkt, at tað als ikki fer at føra til kommunusamanleggingar og tá er lítið og einki vunnið við at leggja umsiting út til kommunur.




