Veðrið er batnað munandi síðan páskir. Í góðveðrinum í gjár helt Norðlýsið 100 ára føðingardag – og soleiðis fer veðrið at vera í vikuskiftinum.
Hyggjandi eftir veðurstøðum Landsverks, sæst miðal vindferðin at vera lítil. Mest máldi vindur er 8 m/s á Viðareiðisvegnum; minsti vindur er máldur á Sundi og á Krambatanga: Null (!) til ein m/s. Í næstan øllum støðum er turt, og onkunstaðni eru sólglottar. Hitin í dag er 8 stig. Fer helst at hækka eitt ella tvey stig afturat í dag.
Tað er eitt hástrýstøki yvir bretsku oyggjunum, sum stendur fyri veðrinum. So leingi tað er standandi yvir leiðunum beint sunnan fyri okkum, fer veðrið at vera, sum tað er nú. Væntandi stendur tað mestsum í sama stað til týsdagin í næstu viku. Tí fara vit at hava ættina úr útsynningi-vestri til útsynning-sunnan teir næstu dagarnar. Vindferðiin verður ikki stór – í mesta lagi 7 m/s hesar dagarnar.
Viðvíkjandi úrdrátti v.m., so fer at vera turt fyri tað mesta. Tó fer at okkurt brúgvalag at koma framvið. Vænti ikki tann stóra úrdráttin, men tó kann fara at regna eitt sindur ella at sirma leygarkvøldið og sunnunáttina. Men í flestu støðum verður skýggjað og támut.
Hitin alt vikuskiftið fer at liggja um 8 – 9 stig um dagin. Nøkur stig minni um náttina, sjálvandi.
Gott vikuskiftið.




