Í dag er veðrið gott i Føroyum. Vindferðin er upp í 10 m/s úr lágum vestri. Tað er eitt stívt andøvsgul. Hitin liggur um 3 til 5 stig, og tað er samdrigið. Onkunstaðni er eitt lítið sindur av avfalli, og fleiri veðurstøðir hjá Landsverki ávarað um hálku.
Í dag er veðrið gott i Føroyum. Vindferðin er upp í 10 m/s úr lágum vestri. Tað er eitt stívt andøvsgul. Hitin liggur um 3 til 5 stig, og tað er samdrigið. Onkunstaðni er eitt lítið sindur av avfalli, og fleiri veðurstøðir hjá Landsverki ávarað um hálku.
Tað er framvegis luft úr Kanada, sum kemur hendavegin. Hon er ógvuliga køld, tá ið hon fer avstað hendavegin, men ornar á vegnum hendavegin. Kavin, sum er komin teir seinastu dagarnar, er komin tí kalda luftin gerst óstøðug, tá ið hon ornar. Harafturat eru tað fjøllini í Føroyum, sum tvinga luftina uppeftir, har hon kølnar. Fjøllini í Føroyum eru ikki øll líka høg, og tey venda øll ikki sama veg ímun til ættina. Tí er ymiskt hvussu nógvur kavi er kring landið. Alt velst um ættina á staðnum, og hvussu er við fjøllum.
Eitt lágtrýst hevur tikið seg upp í Grønlandsfjørðinum, og tað hevur beina leið ímóti Føroyum. Lágtrýstið dýpist skjótt. Í morgun klokkan 6 var trýstið í miðjuni 975 hPa. Eitt samdøgur seinni – t.e. klokkan 6 í mórgin – er trýstið komið niður í 941 hPa. Eitt fall uppá 975 – 941 = 34 hPa í 24 tímar! Tá er tað nevnt ein bumba….
Veðrið í løtuni heldur fram, til lágtrýstið er komið nokkso nær okkara leiðum. Ættin fer at snara niður ímóti suðuri, og vindurin fer at veksa eitt sindur. Hetta verður einaferð seint í kvøld. Økingin í vindferðini verður eftir midnátt. Tá ið mesti vindur er, verður ferðin 23 til 28 m/s. Tað er hvassur stormur úr útsynningi-suðuri. Her má minnast á, at miðalvindurin er eitt snitt yvir 10 minuttir. Tað eru altíð frávik frá miðalvindinum uppeftir og niðureftir – sama hvussu nógvur vindur er sagdur at verða. Í morginári verða ódnarhvirlur!
Lágtrýstið væntast at fara fram við okkum skamt norðanfyri, so á middegi í morgin, tá ið trýstið er komið heilt niður á 935 hPa, er ættin farin upp í vestan ella útnyrðing, og seinnapartin fer vindurin í Føroyum at minka aftur. Tá ið depilin í illveðrinum kemur so nær við okkum, skal lítið til, at forsøgd ætt ikki verður.
Lágtrýstið fer síðani við fullari megi eystur ímóti Noregi.
Góðan sunnudag.




