Ætlanin hjá okkum at stroyma beinleiðis á netinum klokkan 11 í morgun gekk ikki sum ætlað. Áhugin var eftir øllum at døma ov stórur, og heimasíðan toldi ikki trýstið.
– Men vit fingu tó tíðindini út, nakað seinkað. Tíðindini vóru, at nú búgva aftur 5.000 fólk í Klaksvík.
Hesaferð er borgarin nummar 5.000 ikki ein nýføðingur, men ein 26 ára gamal tilflytari, sum tó fyrr hevur búð í Klaksvík.
Talan er um Árna Petersen, sum er borgari nummar 5.000. Árni arbeiðir hjá El-Service á Skála, og tí var Jógvan Skorheim, borgarstjóri, á arbeiðsplássinum og handaði honum ein málning, blómutyssi o.a.
Tað eru 28 ár síðani Klaksvík fyrru ferð kom uppá 5.000 borgarar.




